23.jan 2024
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Innskriving til Gluggan og 1. flokk skúlaárið 24/25
Góðu foreldur/verjar at næmingum, ið skulu ella ætla at byrja í forskúla ella 1.fl, í Tvøroyrar skúla komandi skúlaár.
Innskriving til forskúlan Gluggan verður tórsdagin 1.feb kl. 13.00-15.00 í hølinum hjá forskúlanum. Gott hevði verið, um tit høvdu útfylt vidfesta skjalið áðrenn.
Sí viðhefta skjal :https://forms.office.com/e/Z9sxKuHTJy?origin=lprLink
Næmingar, sum ganga í forskúlanum hjá okkum, eru longu innskrivaðir. Sostatt er ikki neyðugt at endurinnskriva teir aftur til 1.fl. Ein kunnandi foreldrafundur verður í mai, har høvið verður at hitta komandi lærararnar í 1.fl.
apr. 2024