29.feb 2024
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
FitFirst í innskúlingini
Góðu næmingar og foreldur
Í komandi viku byrjar rørsluátakið FitFirst
Umframt vanligu ítróttatímarnar fáa allir flokkar í innskúlingini 3 tímar afturat í rørslu um vikuna. Hesir tímar eru lagdir ónsdag, tórsdag og fríggjadag (sí nýggju tímatalvuna).
Skúladagarnir eru annars sum vanligt, men tann dagin tá FitFirst er á skránni, skulu næmingarnir vera í klæðum, ið hóska seg til rørslu og hava innanduraskógvar við.
Leiðslan
apr. 2024