Evnisvika hesa vikuna: Fjølmentan í Tvøroyrar skúla
Hesa vikuna er felags evnisvika fyri allar næmingar og starvsfólk í Tvøroyrar skúla. Okur møta tískil øll úti á Tvøroyri hvønn morgun (mána- til tórsdag) kl. 08.00. Skúlabussurin koyrir sjálvandi samsvarandi. Skúladagurin endar klokkan 12.00, tá skúlabussurin koyrir heim (ella í frítíðarskúla). Børnini í Glugganum fara tó inneftir við bussinum klokkan 11.20.
Øll møta í fimleikahøllini; tó fara næmingar í 4.-10.fl., ið hava snildfonir við, fyrst í heimastovurnar við hesum.
Vanliga skúlataskan skal ikki við; tó vænta okur sjálvandi, at øll hava væl útgjørd pennahús við øllum tí vanliga umframt farvum, límstift og saksi. Havið matpakka og dunk við eisini!
Okur hava valt at sett sjóneykuna á fjølmentanina í okra skúla. Okur eru øll býtt í 24 bólkar; hvør bólkur skal arbeiða við einum landi, sum næmingar í okra skúla hava ættarbond til (1/4).
Í hvørjum bólki eru á leið 8-10 næmingar umframt eitt-tvey starvsfólk. Hvør bólkur hevur fingið eitt "arbeiðsstað" í skúlanum. Í bólkunum eru næmingar úr ymiskum flokkum; tó ongantíð færri enn tveir næmingar úr sama flokki.
Okur byrja mánamorgun í fimleikahøllini við kunning til allar næmingar og starvsfólk!
Tórsdagin kl. 16.00-18.00 er "opin skúli", har øll avvarðandi eru vælkomin í fimleikahøllina til eina framsýning av okra fjølmentan. Vælkomin :-)
Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026