08.okt 2021
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Setið kross í kalendarin tann 21. oktobur!
Tá verður nevniliga tann árligi felags foreldrafundurin, sum skúlastýrið á hvørjum árið skipar fyri. Tíverri lat tað seg ikki gera at skipa fyri hesum í fjør vegna korona, so í ár hevur skúlastýrið sett øll segl til og bjóðað ikki minni enn tveimum sera dugnaligum og spennandi fyrilestrahaldarum suður.
Flest øll foreldur eru óivað ofta í iva um, hvussu nógv okkara børn/ungu skulu sleppa at vera "online", og mangan eru vit ikki varug um, júst hvat okkara børn/ungu gera "online". Hvørja ávirkan hava sosialir miðlar á okkara børn/ungu? Hvussu stýra og stuðla vit foreldur teimum, so tey fáa eina heilsugóða barna- og ungdómstíð - sálarliga og kropsliga - í einari tíð, har sosialir miðlar og digital tól fylla alsamt meir og meir.
Evnið í ár er "Sálarheilsa í einari digitalari tíð". At gera okkum klókari um hetta evnið, koma Gitte Klein sálarfrøðingur og rithøvundur, og Magni Mohr dekanur og professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi at hava hvør sín fyrilestur fyri okkum, út frá teirra professionellu sjónarmiðum
apr. 2024