Fit First - kunning um samtykkisváttan
Góðu foreldur,
Tykum kunnugt, verður Tvøroyrar skúli partur av rørsluátakinum Fit First. Hetta er ein granskingarverkætlan, ið er knýtt at Fróðskaparsetri Føroya, og leikluturin hjá Tvøroyrar skúla er í fyrsta umfari at vera eftirlitsskúli, meðan Vágs skúli fer undir fulla rørsluátakið. Hóast okur ikki er eins virkin partur av verkætlanini sum Vágs skúli, krevur tað, at foreldur/verjar geva sítt samtykki til, at børnini eru við í kanningini.
Okur hava fingið fleiri fyrispurningar um hesar samtykkisváttanir. Serliga snúgva spurningarnir seg um familjur, har eitt nú pápin siglir og tískil ikki er heima til at undirskriva samtykkið.
Sambært Helga Winther Olsen, verkætlanarleiðara, ber til at senda samtykkisskjalið (viðlagt niðast í hesi grein) við telduposti, undirskriva og senda skannaða/avmyndaða skjalið aftur.
Eisini ber til at senda eina fullmakt í teldubrævi, ið so kann latast flokslæraranum. Orðingin í fullmaktini kundi eitt nú ljóða soleiðis:
Til verkætlanarleiðara
Eg, ”navn á burturstaddum foreldri/verja” gevi hervið ”navn á foreldri/verja heima” fullmakt at skriva undir samtykki um luttøku í FIT FIRST granskingarverkætlan í Vágs og Tvøroyrar Skúla fyri barn okkara ”navn á barni”.
Vinarliga heilsan
Navn á foreldri
Dagfesting og staður
Kunningarskjalið um verkætlanina er eisini viðlagt niðanfyri.
Til heimini
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)