GOTT NÝGGJÁR
Gott nýggjár og vælkomin aftur í skúla
Okur fara aftur í skúla í morgin, 5. januar 2022, klokkan 08.00.
Vónandi fara okur í 2022 at merkja minni og minni til koronufarsóttina, men okur byrja tíverri árið við somu avmarkingunum, sum vóru galdandi fyri jól. Hesa fyrstu vikuna – ella til nærri/onnur boð koma frá myndugleikunum – eru avmarkingar viðvíkjandi breytum og lærugreinum, har næmingar úr ymiskum flokkum vanliga samlast. Fráboðanir um broytingar verða givnar á floksheimasíðunum.
Næmingar eru í høvuðsheitum saman við egnum floksfeløgum bæði í undirvísingarhøpi og í fríkorterunum.
Um næmingar ella starvsfólk hava sjúkueyðkenni, skulu tey ikki møta í skúla. Heitt verður á foreldur/verjar um at boða flokslærara frá, um barn tykra er í sóttarhaldi ella fær staðfest koronu. Okur fylgja sjálvsagt leiðbeiningunum hjá landslæknanum og myndugleikunum. Spurningar og ivamál kunnu sjálvandi setast flokslærara og/ella leiðsluni
Somuleiðis verður heitt á øll um at minnast til gott handreinføri og at brúka inngongdirnar, ið eru ávístar til flokkarnar.
Um næmingur ella starvsfólk er í serligum vandabólki, verður mælt til at tosað verður við lækna, áðrenn komið verður í skúla.
Okur síggjast í morgin :-)
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini