Hádeildin: Øðrvísi tórsdagur (7.-10.fl.)
Tórsdagin og fríggjadagin komandi fara okur at leggja vanligu tímatalvuna niður og seta onnur viðkomandi evni á skránna.
Undirvísingin tórsdagin verður skipað í bólkum á ymiskum verkstøðum.
Høvuðsdenturin er á handaligu lærugreinirnar og hugflogið.
At hava við: Pennahús (serliga við blýantum v. tilhoyri og litum (litblýantar/tussjir)) og matpakka! Latið tykum eisini í eftir veðrinum, tí ein lítil partur av skránni er eisini ein stuttur gongutúrur.
Vegleiðandi skrá fyri dagin:
08.00 Øll møta í fimleikahøllini. Her verður m.a. kunning um bólkar og verkstøðini.
08.15 Innsamling av náttúru- og øðrum tilfari úr nærumhvørvinum
08.45 1. verkstaður
09.30 2. verkstaður
10.15 Steðgur
10.45 3. verkstaður
11.30 4. verkstaður
12.15 Øll samlast í fimleikahøllini
12.30 Heim
Skúladagurin er - hjá øllum flokkum í mið- og hádeildini - frá 08.00 - 12.30.
Bussur koyrir í sambandi við skúlabyrjan og -enda.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini