Korona - kunning 4. november
Korona
Talið av koronasmittaðum í Føroyum er sera høgt í løtuni, og tað eru serliga børn og ung, sum eru smittað. Tíbetur hava vit ongan smittaðan í Tvøroyrar skúla ENN.
Hóast eingin er smittaður, verður mint á at verða serliga varin. Tað vil siga, at næmingar verða mintir á at halda frástøðu, at vaska hendur og/ella spritta. Leiðslan hevur, i dag, verið í øllum flokkum og kunnað um leiðreglur, hvussu farast skal fram í mun til korona. Í stuttum merkir hetta m.a. at næmingar í størstan mun bert eru saman við egnum flokki, H/L, morgunsangur og breytir eru antin avlýstar ella umskipaðar. Eisini hava næmingar fingið boð um bert at brúka ávísa inngongd.
Næmingar eiga ikki at luttaka í frítíðarvirksemi ella verða saman við næmingum úr øðrum flokkum, fyrr enn tamarhald er á smittuni.
Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki møta í skúla. Tað sama er sjálvsagt galdandi, um næmingur ella starsvfólk er sett í sóttarhald eftir galdandi mannagongdum.
Er næmingur í serligum vandabólki, verður mælt til, at tosað verður við lækna, áðrenn avgjørt verður, um barnið kemur í skúla.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini