Minningarorð um Páll Vang.
Á ársins triðja degi vóru boð eftir enn einum av okkara starvsfeløgum. Hesaferð var tað Páll Vang.
Páll var borin í heim á Tvøroyri 8. august 1949. Hann var sonur Paula (Palla) Vang úr Froðba og Johonnu Andreasen úr Fámjin. Hann var giftur við Elini Jacobsen úr Gøtu, og fingu tey 4 døtur, Barbaru, Honnu, Rakul og Elisu.
Páll hevði sína skúlagongd á Tvøroyri og tók realprógv í 1967. Leiðin gekk síðani á Høng Studenterkursus, haðani hann stóð studentsprógv í 1969. Skúlaaárið 1969-70 var hann vikarur í skúlanum í Hvalba, og henda veturin hitti hann Elina, sum var komin á Suðuroyar sjúkrahús sum sjúkrarøktaranæmingur. Hann fór síðani á Holbæk Seminarium, haðani hann tók prógv í !974. Hann flutti við familjuni til Føroyar aftur og starvaðist fyrst á Venjingarskúlanum í Havn, áðrenn leiðin gekk suður til heimstaðin, har hann fekk starv í Tvøroyrar skúla í 1975. Hetta starv røkti hann til 1985, tá hann setti egna fyritøku á stovn.
Páll kom aftur inn um skúlans gátt, tá hann í 1994 tók við sum deildarleiðari í Trongisvágs skúla, men í 1997 fór hann í farloyvi, tí hann enn einaferð tók við sum borgarstjóri á Tvøroyri.
Páll var sera róligur og siðiligur. Hann var evnaligur og greiður, báði í orði og skrift og dugdi væl at fáa næmingarnar við í undirvísingina og megnaði væl at seta týðilig faklig krøv. Hetta sást eisini aftur, bæði í skúlastovunum og á lærarastovuni – ein dámligur og væl lýddur maður.
Umframt at vera lærari var Páll nevndarlimur ein part av stórheitstíðini hjá grannum sínum á Sevmýri, TB. Sum granni við fótbóltsvøllin, so var hann sum unglingi eisini við í leiki, og hann var á dreingjaliðnum í 1965, sum tað fyrsta hjá TB, ið vann føroyameistaraheitið. Annað frítíðarlív var eisini íbirt fyrstu helvt av 60-unum, og TUK, Tvøroyrar Ungdóms Klubbur, varð stovnaður, og har var Páll fyrsti formaður í felagnum, sum helt til í kappróðrarneystinum.
Millum føroya fólk var Páll einamest kendur á politiska vøllinum, fyrst sum landsstýrismaður 1981-1985 og seinni sum býráðspolitikari á Tvøroyri. Í 2 setur sat hann sum borgarstjóri. Tað gekk hann høgt uppí og røkti væl. Ein tann størsta løtan hjá Pálli í politikki var, tá hann í 1999 fekk vitjan av kenda danska vinnulívsmanninum, Mærsk Mc-Kinney Møller, í samband við, at fyritøkan vísti Drelnesi áhuga, nú føroyingar ætlaðu sær at vera við í oljuvinnuni.
Lagnan gjørdist Pálli mein. Longu sum 7 ára gamal misti hann mammu sína, og tá ið hann var 15 ár, datt pápin oman og doyði. Á jólum 1999 gjørdist hann brádliga sjúkur og misti førleikan, bara 50 ára gamal. Likamliga var hann nógv darvaður og bundin til rullistólin, men andaliga førleikan vann hann heilt væl aftur og fylgdi væl við og vísti áhuga í tí, sum gekk fyri seg, báði her heima og úti í stóru verð.
Vit starvsfelagar drýpa høvur og minnast Páll Vang við virðing.
jun. 2023