Pyntidagar í 4.-10. flokki 18.-19. november
Jólini nærkast í hvørjum, og tað merkja okur í skúlanum eisini. Í komandi viku, tórsdagin 18. og fríggjadagin 19. november, fara okur at hugna og pynta, so okur øll kunnu koma í rættan jólahýr.
Vanliga tímatalvan er niðurløgd hesar dagar, og næmingar í 4.-10. fl. eru í skúla báðar dagar frá klokkan 8 til 12.30. Tað er eitt sindur ymiskt, hvat er á skrá í hvørjum flokki, men høvuðsendamálið er at hugna um og pynta floksstovurnar og felagsøkini í skúlanum.
Havið saks, límstift, tusjir og penalarhús annars við.
Sum tykur síggja á myndini, hevur okkurt jólapynt longu sníkt seg fram í ljósið. Úti er kalt og vátt, men jólahugnin er so smátt við at vinna. Tey í 5.b hava perlað so vakurt jólaprýði. Okur gleða okum at síggja meir av hesum og øllum tí, allir flokkarnir fara at pynta við í komandi viku.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini