Nám og Undirvísingarstýrið skipa í hesum døgum fyri skeiðum fyri næmingaráðum í fólkaskúlunum kring landið. Hetta er liður í at fáa skipað ráð í øllum skúlum og at geva ráðunum ráð og ítøkilig amboð til týdningarmikla næmingaráðsarbeiðið.
Okur hava her á skúlanum havt næmingaráð í mong ár, og okur fegnast um, at áhugin fyri at koma í ráðið er stórur, og at okur aftur í ár hava væl mannað næmingaráð. Okur hava í fleiri ár ætlað at fingið stovnað eitt næmingaráð millum okra yngstu næmingar, og fyrstu ferð hava okur nú eisini valt næmingaráð í yngstu flokkunum, ið húsast í Trongisvági.
Anne Mette Friis, ið er fyrrverandi aðalskrivari í UNICEF í Danmark, verður við á skeiðnum. Hon er kend fyri at tala fyri barnarættindum og eitt av hennara kendu sitatum er:
"Børnerettigheder handler ikke om, at børn altid har ret. Men de har ret til at blive hørt, og vi voksne kan sikre, at det sker."
Skeiðið fyri næmingaráðini í fólkaskúlunum í Suðuroynni verður tórsdagin 26. september 2024.
Fyrrapart, kl. 09.00 - 11.30, er skeið fyri næmingaráðið í 1.-3. flokki, og seinnapartin, kl. 11.30 - 15.15, er skeið fyri næmingaráðnum í mið- og hádeild (4.-10.fl).
Okur hava sjálvandi valt at taka av møguleikanum at luttaka á skeiðnum og gleða okum :-)