Skúlagongdin, meðan verkfall er
21. mai 2024
Skúlagongdin meðan verkfall er.
Vit hava í dag eftirhugt skúlan, og niðurstøðan er tann, at skúlans hølir ikki kunnu nýtast longur vegna vantanti reingerð. Skúlavirksemið steðgar ikki, men verður tillagað eftir hesum leisti:
1.- 7. fl. Skúlatingini verða løgd á heimasíðu skúlans í vikuætlanina. Um spurningar eru til skúlatingini, so eru lærarar tøkir á tlf ella á Teams eftir tímatalvuni. Hetta skal skiljast soleiðis, at hevur 5. flokkur t.d. rokning 3. og 4. tíma ónsdag, so ber til at seta seg í samband við roknilæraran júst tá.
8. fl. Skrivligu royndirnar hjá 8. flokki verða framskundaðar til somu dagar sum próvtøkan er hjá 9. og 10 flokki. Næmingar taka royndirnar heima við hús á wiseflow. Tíðarkarmarnir eru teir somu sum hjá 9. flokki (Sí nærri kunning á heimasíðu skúlans).
9. og 10. fl. Ónsdagin 22. mai byrja skrivligu royndirnar sum vanligt í fimleikahøllini. (Sí nærri kunning á heimasíðuni).
Heitt verður á næmingar og foreldur um at hyggja á heimasíðu skúlans hvønn dag. Hetta um broytingar koma í og møguligar útferðir ella annað verður fyriskipað.
Tá verkfallið er av, venda vit aftur til vanliga skúlagongd. Nærri kunning kemur tá á heimasíðu skúlans.
Vinarliga leiðslan
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini