Søkt verður eftir lærara og námsfrøðingi til forskúlan í Tvøroyrar skúla
Søkt verður eftir einum lærara og einum námsfrøðingi til nýggja forskúlan í Tvøroyrar skúla
Lærari og námsfrøðingur til nýggja forskúlan í Tvøroyrar skúla.
Um skúlan:
Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin fer fram, og mið- og hádeild í deildini í Tvøroyrar skúla. Í løtuni eru 222 næmingar í 1. - 10. fl. 30 lærarar og hjálparfólk starvast í skúlanum. Innskúlingin 1.-3. flokkur gongur í Trongisvágs skúla. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Tvøroyrar skúli fer komandi skúlaár at skipa fyri forskúla, sum partur av okkara innskúling. Tí søkja vit eftir einum lærara og einum námsfrøðingi.
Um størvini:
Størvini sum lærari og námsfrøðingur í forskúlanum eru javnsett. Hetta merkir, at lærari og námsfrøðingur saman hava ábyrgdina av at skipa, fyrireika, fremja og menna forskúlan. Hetta í samstarvi við hini starvsfólkini í innskúlingini.
Størvini eru frá 1. august 2023
Vit søkja:
- 1 lærari á lønarbrot 0.75
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í menningini av forskúlanum
- duga at samstarva og eru fyrikomandi
- er fús/ur at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávur, sum eru í skúlanum
- vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving. Viðkomandi royndir í fólkaskúla kunnu vera ein fyrimunur.
Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið er forskúlin, sum hoyrir til Tvøroyrar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Starvið verður lønt av Tvøroyrar kommunu sambært sáttmálum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag.
- 1 námsfrøðingur á lønarbrot 0,65
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í menningini av forskúlanum
- duga at samstarva og eru fyrikomandi
- er fús/ur at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávur, sum eru í skúlanum
- vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Førleikakrøv:
Námsfrøðilig útbúgving. Viðkomandi royndir í fólkaskúla kunnu vera ein fyrimunur.
Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið er forskúlin, sum hoyrir til Tvøroyrar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Starvið verður lønt av Tvøroyrar kommunu sambært sáttmála millum kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir:
Umsókn við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17.feb. 2023 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast sum teldupostur til: tvo@skulin.fo
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til skúlastjóran, Jón Johannesen á tlf. 222320 í skrivstovutíð skúlans. (Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo)
Til heimini
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)