Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 18.09.2023
1. flokkur fekk hjálmar frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Ráðið fyri Ferðslutrygd letur súkkluhjálmar til øll børn, ið byrja í 1. flokki, og í ár er onki undantak.
Okra 1. flokkar hava fingið sínar hjálmar og eina frágreiðing um, hví tað er so týdningarmikið at brúka hjálm, tá tey súkkla.
Tað var Jens Rói Sørensen, løgreglumaður, ið greiddi frá. Frágreiðingin var ikki einans munnlig, tí tey sóu eisini, hvussu eitt egg, ið dettur á gólv, fer í knús, men er eggið í hjálmi, er skaðin als ikki tann sami.
Okur takka Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyri hjálmarnar :-)





Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini