At 10. flokkur ikki heilt er tað sama sum árini frammanundan í fólkaskúlanum, er nokk teim flestu greitt. Hetta skúlaárið er ikki kravt, próvtøkulærugreinarnar (og harvið uttan iva eisini skúlatingini) eru færri, møguligt er at velja ymiskar breytir eftir áhuga tríggjar dagar um vikuna, og flokkurin er broyttur. Summir næmingar hava leitað sær aðrastaðni, og onkur er komin afturat. Broytingarnar eru tískil nógvar í mun til 9. flokk!
Eitt annað, ið merkir okra 10. flokk, er, at næmingarnir eisini hava tímar og breytir saman við 10. flokki í Vágs skúla og næmingunum á Føroya Eftirskúla. Eftirskúlin vitjaði í dag Tvøroyrar skúla fyrstu ferð hetta skúlaárið, tá 10. flokkur tók ímóti og vísti teimum runt á skúlanum. Eftir eina stutta kunning var ein løta til prát og hugna (og fótbólsspæl í góðveðrinum), áðrenn Eftirskúlin fór ein túr í Hvannhaga. Í morgin koma tey aftur; tá tekur vanliga tímatalvan við, og týsdag er møguligt at velja alis- og/ella evnafrøði, køks- ella handarbeiðsbreyt.
Veðrið sær út til at vera á okra síðu hesar dagar, og ónsdagin er ætlanin, at okur øll - 10. og Eftirskúlin - fara ein túr í Stóru Dímun. Okur gleða okum :-)
dec. 2023