10. flokkur í starvsvenjing
Í gjár var fyrsti skúladagur hjá 10. flokki eftir lokna starvsvenjing. Okur hava altíð nógv at tosa um, tá okur hava verið aðrastaðni enn í skúlanum nakrar dagar, og soleiðis er eisini, tá næmingarnir hava verið í starvsvenjing. Stuttligt at hoyra, hvat tey hava lært og upplivað hesar tvær vikurnar, tey eru sloppin at royna seg á ymiskum arbeiðsplássum.
Tey lata øll væl at, og okur vilja hervið takka øllum arbeiðsplássunum, ið vilja taka ímóti næmingum í starvsvenjing. Í ár eru tað hesi arbeiðspláss, ið hava havt okra næmingar í starvsvenjing:
Varðin Pelagic, Bærendsen Teknik, J&K Petersen, Teldutænastan, Djóralæknastovuni, Betri Banki, Landsverk, Trongisvágs skúli, Norrøna, køkurin á Landssjúkrahúsinum, Bakaríið hjá Hans Olaf og Barnagarðurin, Mýrifípan í Trongisvági. Stóra takk fyri, tykur øll!
Nakrar myndir frá starvsvenjingini eru her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15083
Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini