100 dagar í Glugganum
Í dag er lýsing sett á heimasíðuna hjá Tvøroyrar skúla um innskriving í forskúla og 1. flokk komandi skúlaár, og júst í dag er hátíðardagur í Glugganum.
Fyri knøppum hálvum ári síðan møtti ein spentur bólkur av børnum í Glugganum, spildurnýggja forskúlanum á Tvøroyri. Nú eitt knapt hálvt ár seinni hava tey í dag hátíðarhildið skúladag nummar 100 við stuttligari veitslu, har báði dansur og stóra kalda borðið vóru á skránni. Harumframt hendi tað forkunnuga, at lærarin, Juanita, av tilvild hevði funnið eitt sjórænarakort og -flagg uttanfyri, og tað mátti sjálvandi kannast. Við góðum samstarvi eydnaðist tað at finna skattin, ið var ein skattakista við góðgæti. Heppið, at hetta hendi júst hendan hátíðardagin :-)

Hundrað dagar er ikki nógv í stóru heildini, men hjá einum barni, eru tað nógvir dagar; dagar, ið eru fyltir við spælandi lærdómi, spennandi virkisvitjanum, práti, spurningum, spæli, hugna, jólaverkstovum, jólahaldi, floksfeløgum og øllum "harímillum"; øllum tí, ið fylgir við einum virknum barnalívi.
Hjartaliga til lukku við teimum 100 døgunum, Gluggin! :-)
Fyrsti skúladagur í Glugganum
Túrur í kolaminu í Hvalba
Túrur á Taravirkinum í Fámjin
Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini