4. flokkarnir í oynni vitja í Trongisvági
Í dag hevur okra 4. flokkur havt vitjan av hinum 4. flokkunum í oynni. Klokkan 9. møttu gestirnir í Trongisvágs skúla.
Fyrst á skránni var ein áhugaverd frágreiðing um fuglar, og hvør veit meir at greiða frá um fuglar enn Turið, ið hevur undirvíst í lívfrøði í mong ár og hevur ein stóran áhuga fyri m.ø. fuglum og fuglalívi.

Postarenning var eisini á skránni. Í bólkum skuldu børnini finna ymiskar postar, og á hvørjum posti var okkurt, tey skuldu hava við sær "heimaftur". Alt, tey tá høvdu samlað, kundi byggjast til ein bil.

Ein drekkamunnur var at fáa í kantinuni, og tíð var eisini til eina lissukapping, áðrenn skúladagurin endaði á middegi.

Dagurin eydnaðist sera væl. Sólin skein, og børnini hugnaðu sær nógv úti eisini.
Nakrar myndir frá degnum eru at síggja her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15251
Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini