5. flokkur: Góðir sólskinstúrar í okra vøkru náttúru
Tá veðrið er gott, er lagið sum oftast eisini gott. Ikki minst hjá næmingum, ið sleppa út úr skúlastovunum at uppliva ymiskt annað enn vanligu undirvísingina. Hesa vikuna hava okur havt fleiri sera góðar sólskinsdagar, og hesum hevur 5. flokkur veruliga gjørt sær dælt av.
Týsdagin fóru tey ein túr niðan á Nakk, har útsýnið hendan góðveðursdagin var framúr vakur. Pollamjørkin var serstakur og fjaldi stóran part av sjónum kring oyggjarnar. Afturkomin í skúlan fingu næmingarnir ís, sum onkur foreldur bjóðaðu.


Í gjár, ónsdagin, høvdu næmingarnir súkklu við í skúla, og saman við flokslæraranum, Winnie, súkklaðu tey til Ørðavíkar og aftur í skúlan. Á veg heimaftur varð steðgað í Ørðavíkarlíð, har næmingarnir fingu okkurt gott til góman og at sløkkja tostan við frá JSS og Føroya Bjór.

Í morgun var aftur túrur á skránni, og nú slapp 4. flokkur eisini við. Tey hava annars verið upptikin av landsroyndum báði í gjár og fyrradagin, so tey gleddust eisini um at sleppa út at njóta góðveðrið. Bussar bíðaðu næmingunum longu klokkan 8 í morgun. Fyrst gekk leiðin inn til kikaran inni í Trongisvági og síðani varð farið í Botnskarð.


Nakrir frálíkir dagar við sól, upplivingum og góðum lagi.
Í morgin er ítróttardagur fyri miðdeildina á skránni.
Til heimini
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb