6. flokkarnir seta fokus á sínar styrkir
Okur hava øll nógvar styrkir. Um okur hugsa okum um, vita flestu okra tað uttan iva, men viðhvørt er tað gott at verða mintur á tað kortini.
Í 6. flokkunum settu lærararnir sær fyri nøkrum vikum síðan fyri, at tey vildu taka eina viku úr vanligu tímatalvuni og við positivari sálarfrøði seta sjóneykuna á styrkirnar, okur øll hava í okum í størri ella minni mun.
Allir næmingarnir fingu hvør sítt hefti, har tær 24 ymisku styrkirnar, ið positiva sálarfrøðin serliga arbeiðir við, vóru lýstar. Arbeitt varð við styrkjunum. Hvat merkja tær, og hvussu kunnu tær brúkast? Eisini varð tosað nógv um, at tað ber til at skrúva upp og niður fyri styrkjunum, og hvussu okur í felagsskapinum kunnu gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum einstakum. Saman við foreldrunum skuldu hvør næmingur finna tær fimm styrkirnar, ið eru týðiligast hjá einum sjálvum.
Bæði næmingar og lærarar dámdu væl at arbeiða við positivari sálarfrøði og styrkjunum. Hetta verður avgjørt gjørt aftur.






Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini