9. flokkur hevur verið í starvsvenjing
"Fantastiskt!"
"Ordiliga fínt!"
"Kann mann ikki sleppa fleiri ferð í praktik?"
"Alt ov stutt - kundi saktans verið fýra vikur!"
9. flokkur hevur verið í starvsvenjing, og teimum dámdi væl; so væl, at tey gjarna vildu verið longri. Tað er sera ymiskt, hvat tey hava upplivað, men felags fyri øll er, at tey hava upplivað og lært nógv.
Flestu næmingarnir hava verið í starvsvenjing her á Tvøroyri og í Havn. Onkur hevur verið á flogvøllinum, og ein næmingur leitaði sær til Danmarkar, har hon var í starvsvenjing í einum barnagarði.
Ongin starvsvenjing uttan vælvild frá arbeiðsgevarum, og okur eru sera takksom fyri, at starvspláss taka so væl ímóti okra næmingum. Tað er gullvert!
Okur hava fingið myndir av og frá nøkrum av næmingunum: Tær síggjast her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15439
Næmingarnir í 9. flokki vóru í starvsvenjing á hesum støðum:
Posta á Tvøroyri, Varðin Pelagic, Barnagarðurin Mýrifípan í Trongisvági, Magn í Suðuroynni, FK í Trongisvági, Skúlin við Løgmannabreyt, Djóralæknatænastan, Hotel Hilton, Vága Floghavn, Atlantic Airways, Fysioterapiin og ambulansutænastan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Bærendsen Teknik, Hamar v. Pól F., Ki-Ro, Groth Electric, Mortan Petersen, MTV, Birgir Rasmussen, Tróndur í Gøtu, Dagstovnurin á Argjum, Drotning Ingridar Meiniheitsbarnagarður í Havn, Dagstovnurin í Øksnagerði, Frost, Matstovan á Hotel Runavík, Fotostudio og Børneunivers Nord í Haderslev.
Til heimini
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027