Í innskúlingini í Trongisvági er friðarligt í dag. Allir næmingarnir í Tvøroyrar skúla eru nevniliga samlaðir úti á Tvøroyri hesa vikuna, tí okur hava felags evnisviku. Næmingar av Føroya Eftirskúla og tey, ið fáa dagliga undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru eisini við.
SAMFELAGIÐ
Fyri nøkrum vikum síðan varð ein arbeiðsbólkur settur at skipa fyri eini evnisviku. Tað var teimum skjótt greitt, at tey gjarna vildu skipa eitt samfelag í Tvøroyrar skúla, og úrslitið síggja okur hesa vikuna.
Allir flokkarnir fingu møguleika at seta á stovn eitt virki/verkstað, og so fingu næmingarnir kunning um, hvørji virki, fyritøkur, verkstøð og annað eru í skúlanum hesa vikuna. Uppgávan var so, at hvør einstakur næmingur skuldi raðfesta trý arbeiðspláss - og harvið søkja starv. Í síðstu viku var ongin næmingur longur arbeiðsleysur, og mánamorgun byrjaði við felags morgunløtu og kunning í fimleikahøllini. Øll fingu at vita, hvar tey høvdu fingið arbeiði, og so skuldi dagurin annars brúkast til at gera klárt til komandi fýra dagarnar. Innkeyp, pynt, baking og mangt annað. Her var ikki neyðugt at keða seg.
Í gjár lótu øll verksstøðini upp á fyrsta sinni. Næmingarnir á einstøku verkstøðunum høvdu fingið eina arbeiðsætlan, har tey arbeiða antin fyrra- ella seinna partin av arbeiðsdegnum. Tá tey hava frí, kunnu tey ganga runt og royna ymiskt, ið onnur bjóða og/ella selja.
Men tað er ikki nógv, ið er ókeypis, og flestu, ið arbeiða fáa eisini løn fyri stríðið. Allir okra næmingar fáa 300 pengar hvønn dag, ið so kunnu brúkast til tað, tey hava hug til: Ein ís? Royna eydnuna í fiskibrunni? Tatovering? Her eru nógvir møguleikar.
Verkstøðini eru hesi:
Bankin
Hvønn dag mugu næmingar (og starvsfólk) møta í bankanum fyri at fáa sína løn útgoldnað. Tá dagurin er liðugur, verður yvirskotið á verkstøðunum eisini sett inn í bankan.
Bakaríið - Smørklatturin
Í skúlakøkini húsast Bakaríið, ið hevur fingið navnið Smørklatturin. Angin av bakstri breiðir seg um allan skúlan, og úrvalið er stórt. Í gjár vóru tað kanska serliga kanelsniglarnir, ið fingu bein at ganga á. Annars vóru skúmtopparnir eisini væl umtóktir. Alt er sjálvandi heimagjørt. Bakaríið hevur eisini nakað so serstakt sum okkurt leskiligt úr øðrum londum á matarlepanum. Tey, ið fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál um dagarnar, luttaka eisini í evnisvikuni hjá okum hesa vikuna, so okur kunnu keypa okkurt serstakt úr Sveis, Filipsoyggjum, Fílabeinsstrondini og Kenya.
Íscaféin
Í íscaféini vóru heimagjørdu ísarnir - softice í heimagjørdum vaflum - sera nógv umbidnir. Eisini toast eru sera væl umtókt.
Kioskin - Daddyosk
Í Daddyosk ber til at keypa sær okkurt søtt. Tó kostar alt eitt sindur, so tað er neyðugt at hugsa seg væl um, hvat ein vil keypa, tí okur hava ikki meir enn 300 pengar hvør at brúka hvønn dag.
Skúlabio
Stovan hjá 8. flokki er gjørd um til ein biografsal. Á skránni eru ymiskir filmar; millum annað eisini filmar, 8. flokkur sjálvur hevur framleitt. Sum í øllum røttum biografum selja tey eisini poppkorn og slushice.
Fiskibrunnur
Til ber at royna eydnuna í fiskibrunninum, har veruligir vinningar eru at vinna.
Fitness
Hevur tú hug at røra teg eitt sindur, er møguligt at leita tær í fitness-hølið, har ymisk amboð eru til taks.
Gløggastova
Í Gløggustovu kanst tú slappa av eina løtu. Tú kanst eitt nú loysa ymiskar uppgávur, tekna ella kanska stytta tær um stundir við Just Dance.
Tað kreativa hornið
Í evningsstovuni heldur tað kreativa hornið til. Har ber eitt nú til at gera prýðislutir, mála og annað kreativt.
Vælverustovan og Gríms litpriking
Á loftinum í gamla skúla halda Gríms litpriking og vælverustovan til. Her ber til - umframt áteknaðar tatoveringar - at fáa gjørt sær hár og negl.
Café Touché
Í Café Touché er hugnaligt. Ljósið er dempað, og lukturin av nýbakaðum vaflum og heitum kakao lokkar fleiri fólk inn at keypa.
Roll it - Bovling
Klárar tú at fáa strike? Kom ein túr í bovlinghøllina í stovuni hjá 6.b og royn teg. Hvør fær hægst stigatal?
Kringbreytin - forðabreyt
Í fimleikahøllini er sett upp ein forðabreyt, ið øll eru vælkomin at royna. Tað er enntá ókeypis! Ert tú ein av teimum 10 skjótastu ígjøgnum breytina, kemur títt navn á Hall of Fame á vegginum!
Sjúkrastova
Eitthvørt samfelag hevur tørv á einum vælvirkandi heilsuverki. Hevur tú brúk fyri einum plástri? Hevur tú fingið ilt onkrastaðni? Kom so inn á sjúkrastovuna.
Løgreglan
Okur hava sjálvandi eisini tørv á onkrum, ið kann halda skil á øllum, og hvør er betri at gera tað enn løgreglan? Tey, ið hava fingið arbeiði hjá løgregluni hjá okum hesar dagarnar, fingu vitjan av einum veruligum løgreglumanni mánadagin, og hann greiddi frá arbeiðnum hjá løgregluni. Tey vitjaðu eisini sjálvi á politistøðini.
Skjótibanin
Í stovuni hjá 7. flokki er skjótibanin, og har ber til at royna at sikta og skjóta upp á mál.
Barrin
Í hugnaligu barrini ber til at keypa sær ymiskt vælsmakkandi drekkandi í alskyns litum. Har skipa tey eisini fyri spennandi spurnakappingum.
Sansastovan
Í sansastovuni ber til at royna sansirnar við at smakka, merkja, lurta og annað.
Splasj
Í svimjihøllini heldur Splasj til. Har ber til at spæla ymiskt vatnspøl, og fleiri taka sær møguleikan at svimja og spæla.
Pengarnir
Okur brúka sjálvandi ikki vanligar pengar - men okra egnu skúlapengar.
Evnisvikan endar fríggjadagin kl. 12.30.
Fleiri myndir síggjast her (verður dagført gjøgnum vikuna):
dec. 2023