Fyrsti næmingaráðsfundur 2021-2022
Fyrsti næmingaráðsfundur í hesum skúlaárinum hevur nú verið, og høvuðspunktið á skránni var at skipa ráðið.
Formaður komandi tíðina er Rasmus úr 9. flokki, og næstformaður er Olivur úr 10. flokki. Ein partur av teirra uppgávu er at kalla inn til fundar og at gera eina fundarskrá. Teir skulu eisini skipa fyri, so øll næmingaráðsumboðini boða sínum flokkum frá, tá fundir eru settir á skrá, so flokkarnir allir kunnu viðgera tað, ið kemur fyri á fundunum.
Skrivarauppgávan er býtt millum Andreu úr 7. flokki og Talitu úr 5.b. Tær skriva niður tað, sum verður avgjørt á næmingaráðsfundunum.
Harumframt er næmingaráðið mannað av Jón úr 4.flokki, Óla úr 5.a, Baldrian úr 6. flokki og Niels Juul úr 8. flokki.
Fyrsta avgerðin hjá nýggja næmingaráðnum er, at okur í skúlanum skulu hava ein postkassa, har næmingar - og lærarar - kunnu leggja uppskot til evni, sum næmingaráðið kann viðgera, í.
Okur gleða okum at hoyra meir frá næmingaráðnum framyvir.
Myndin er tikin á fyrsta næmingaráðsfundinum. Tíverri er Óli ikki á hesi myndini, tí hansara flokkur var burturstaddur júst hasa løtuna. Okur fáa vónandi skjótt eina mynd av fullmannaðum ráði.
Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini