Góða páskaferiu og gleðiligar páskir
Næmingum, starvsfólki og øllum øðrum ynskja okur einar gleðiligar páskir.
Síðstu tveir dagarnar undan páskafrítíðini vóru eitt sindur øðrvísi skúladagar.
Tórsdagin var stjørnurenning á skránni í miðdeildini, áðrenn øll fingu grillaðar pylsur og breyð. Fríggjadagin var fimleikahøllin umskapað til biograf, har poppkorn sjálvandi varð serverað til næmingarnar.
Tórsdagin vóru ymisk handalig og kreativ verktstøð á skránni í hádeildini, meðan elstu næmingarnir fríggjadagin vóru ein túr á sandinum í Sandvík. Ein frálíkur - men kaldur - túrur.
Í innskúlingini í Trongisvági hugnaðu tey sær eisini við biografi og stjørnurenning fríggjadagin.
Fitta tekningin, ið er avmyndað niðanfyri, er vinnaramyndin í stjørnurenningini hjá miðdeildini. Dugnaliga Ýr Ákadóttir valdi vinnaramyndina, og okur takka henni hjartaliga fyri hjálpina.
Í myndasavni okra eru myndir frá mið- og hádeildini. Myndir frá innskúlingini koma væntandi seinni.

Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini