22.may 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Í dag hevur tað eldra næmingaráðið havt síðsta næmingaráðsfundin í hesum skúlaárinum. Her hava tey tikið samanum alt, ið tey hava skipað fyri hetta skúlaárið. Umboðini í næmingaráðnum eru samd um, at tey hava fingið nógv burturúr í ár, og halda, at hetta hevur verið ein spennandi og lærurík avbjóðing. Tey gleðast um at sleppa at taka ábyrgd og sjálvi at skipa fyri. Umboðini í næmingaráðnum føla, at leiðsla og lærarar taka væl undir við teirra hugskotum, og gera alt fyri stuðla og hjálpa.
- Trivnaðardagur
Næmingaráðið skipaði fyri einum trivnaðardegi. Byrjað varð við postarenning saman við øllum næmingunum í skúlanum. Seinni var konsert við Danny & the Veetos, Eyðun Nolsøe, Eyðun Ásasyni og Pól Arna og John Áka úr Hamradun. Næmingaráðið valdi at bjóða 9. flokki í Hvalbiar skúla og 9. og 10. flokki í Vágs skúla við til konsertina. Øll umboðini í Tvøroyrar býráð vóru eisini við hendan dagin. Dagurin eydnaðist sera væl.
- Broytt morgunsangin
Næmingaráðið hevur gjørt nýtt hefti við ymiskum føroyskum sangum. Hvønn dag velja flokkar ein sálm og ein sang. Hetta hevur gingið okey, men kanska onkrar broytingar skulu gerast til komandi skúlaár.
- Matardagar
Afturvendandi tiltak at gera mat/køku til næmingarnar í skúlanum. Yngra og eldra næmingaráðið hava luttikið í hesum bæði í Tvøroyrar og Trongisvágs skúla.
- Jólamarknaður
Aftur í ár skipaði Tvøroyrar skúli fyri jólaevnisviku, ið endaði við einari jólasølu. Næmingaráðið valdi, at innkomni peningurin skuldi latast Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Avgjørt varð, at peningurin skuldi nýtast til at keypa búfólkunum ein massagustól. Hetta bleiv avdúkað til stóra jólahaldið hjá skúlanum, somuleiðis sum forkvinnan í næmingaráðnum handaði búfólkunum kekkin áljóðandi 42.000 kr. Næmingaráðið og skúlin vildu røkka longur enn bert til tey eldru á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, og tískil vóru næmingar og vitjaðu allir borgarar, ið vóru 80+ við bakstri og einari jólaheilsan.
- Føstulávintshaldið
Afturvendandi tiltak. Næmingaráðið skipar fyri kapping og vinningum í sambandi við føstulávintshaldið.
- Samstarv við Vágs skúla
Næmingaráðið hevði eitt stórt ynski um samstarv við næmingaráðið í Vágs skúla. Tankin var, at tey koma at vitja okum og saman møguliga skipa fyri einum felags tiltaki fyri alla oynna. Tìverri fingu okur ikki svar uppá innbjóðingina, so tað bleiv ikki til nakað á hesum sinni.
- Verndareinglar
Umboð í næmingaráðnum deildu endurskin út til næmingar skúlans.
- Endurskins- og ferðslukanning
Samstarv millum næmingaráðið og løgregluna. Løgreglan kannaði bilar, og næmingaráðið kannaði endurskin, tá næmingarnir komu í skúla.
7.a - Adrian Park og Lilja Delmarsdóttir Jacobsen
7.b - Rakul Túná Rúnadóttir og Petur Hammer
8.a - Kristian Hofgaard og Janus Marnerson
9.a - Jórun Magnusdóttir Kristensen og Lív Fossdal Guttesen
10.a - Halldis Michelsen og Rani Midjord
apr. 2024