04.feb 2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Næmingaráðið til arbeiðis
Arbeiðið hjá næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla hevur í hesum skúlaárinum verið nakað darvað av korona-støðuni, men nú eru tey endiliga sloppin til verka aftur. Næmingaráðið, ið er mannað av tveimum umboðum úr 7.-10. flokki, hevur dag havt fund. Hóast prátað varð um mangt og hvat, vóru tað serliga tvey høvuðspunkt á skránni.
Tað fyrsta á skránni var, at næmingaráðsumboðini í smærri bólkum fóru at vitja 4.-6. flokkarnar. Uppgávan var at greiða frá, hvørji tey vóru, hvat næmingaráðið er og kann gera umframt at spyrja, um tey høvdu nakrar viðmerkingar ella ynski til broytingar ella hugskot til tiltøk og annað, ið næmingaráðið kann arbeiða við.
Nógv gott kom niður á pappír. Okkurt kann setast í verk ella arbeiðast við beinanvegin, meðan annað kanska krevur meira viðgerð og tíð. Skreiðibreytir úr vindeygunum í floksstovunum á ovaru hæddini út í skúlagarðin verða tó neyvan til nakað hetta skúlaárið :-)
Næst á skránni var føstulávintshaldið, ið verður mánadagin 15. februar 2021. Í fleiri ár hevur næmingaráðið skipað fyri kapping á føstulávint, har nakrar grýlur og flokkar hava vunnið ymiskt.
Í ár verður onki undantak. Føroya Bjór hevur játtað at stuðla næmingaráðnum við vinningum til stuttligastu, kreativastu og óhugnaligastu grýlurnar. Harumframt verður eisini ein vinningur til flokkin, ið er ”mest við upp á tað!”
Okur gleða okum til føstulávint og ikki minni til at fylgja við í týdningarmikla arbeiðnum hjá næmingaráðnum. Góðan arbeiðshug :-)
apr. 2024