
Næmingaráðið vitjar mentanarnevndina
Týsdagin 9. november var næmingaráðið í Tvøroyrar skúla og vitjaði mentanarnevndina hjá Tvøroyrar býráði.
Fleiri ferð hevur okra næmingaráð vitjað Tvøroyrar býráð, og í ár var tað mentanarnevndin, ið hevði boðið ráðnum á vitjan.
Eitt fullmannað næmingaráð møtti spent til fundar, og tey vórðu væl móttikin. Anita Vibergsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini, beyð vælkomin og greiddi frá, at tey í mentanarnevndini og býráðnum um heild gjarna vildu hoyra, hvat næmingaráðið tekst við, og hvat tey halda um ymiskt viðvíkjandi skúlanum.
Næmingaráðið tosaði á síðsta næmingaráðsfundi um hesa vitjanina, og tey valdu tá nøkur punkt, ið tey - saman við floksfeløgum - mettu týdningarmikil at loysa/broyta um møguligt. Hetta løgdu tey fram fyri mentanarnevndini, og tað var væl móttikið. Tey fingu góða frágreiðing og lyfti um, at tey avgjørt vildu kanna, um tað bar til at gera hesar broytingar, næmingaráðið ynskti.
Næmingaráðið og skúlin takka býráðnum fyri, at tykur regluliga bjóða ráðnum á vitjan, og at ráðið altíð verður væl móttikið.
Næmingaráðið er mannað av einum umboði úr hvørjum flokki frá 4. til 10. flokk. Ætlanin er í næstum at víðka um næmingaráðið, so tað onkursvegna eisini fer at fevna um innskúlingina, ið húsast í Trongisvágs skúla.
Til heimini
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning
- Kunning - nýggjur heilsufrøðingur
- Gloymd klæði í Trongisvági
- Fyrsti skúladagur - Vælkomin