Í gjárkvøldið var SALT aftur karmur um skúlans jólahald, og frálíku karmarnir saman við okra dugnaligu næmingum góvu okum eitt gott og hugnaligt kvøld. Var onkur, ið enn ikki var komin í jólahýr, var nokk trupult at sleppa undan, nú sangur, tónleikur, hugni, felagssangur, dansur um jólatræið og sjónleikur vóru á skránni.
Ársins vertir vóru Bjørt og Olivur úr 10. flokki, og tey megnaðu uppgávuna at leiða okum ígjøgnum á leið hálvanannan tíma til UG.
Tað fyrsta, ið var á skránni, var Lusiagonga. Næmingar úr 3. og 7. flokki undir leiðslu av Mallu og Steingrími gingu Lusia.
Næst á skránni vóru okra dugnaligu messingblásarar undir leiðslu av Jens Knudsen og Tróndi Enni. Næmingarnir úr 6. og 9.fl. spældu tveir sangir: Joy to the World og Dec the Hall.
Síðani komu 1.-3.fl. á pallin, og tey sungu Sleturokk, ið Álvgerð hevur tillagað til okum her suðuri. Jens, pápi Álvgerð, ið jú hevur verið lærari her í okra skúla í mong ár, spældi undir. Sangurin riggar væl á suðuroyarmáli, og børnini sungu so sera væl.
Okur hava í seinastuni hoyrt 4. flokk syngja, báði tá jólatræið í miðbýnum varð tendrað, og til skúlajólagudstænastuna týsdagin. Tey syngja so væl, og tíbetur fingu okur aftur møguleika at hoyra tey syngja til jólahaldið í gjár. Tey sungu Nú hvítna tindar og Frelsarin føddur. Guðrun hevur vant við teimum, men her mugu okur sjálvandi ikki gloyma flokslæraran, Súsonnu, ið dúgliga hevur sungið við teimum hetta skúlaárið. Vónandi halda tey fram við vakra sanginum.
Frálíku næmingaorkestrini, Ravmagn og Streingir, ið Tróndur Enni hevur vant, spældu síðani løgini: War is over - Merry Xmas og Blue Christmas. 4. flokkur sang kórrøddirnar.
Ímillum løgini lósu Nóa og Jónas úr 5. flokki eina yrking upp, ið 5. flokkur hevur skrivað. Væl skrivað yrking, og væl lisin.
So var leikurin á skránni. Tað er altíð spennandi at vita, hvat 6. flokkur finnur uppá, og aftur í ár fingu okur ein sera góðan og fittan leik, ið varð leiktur av sera dugnaligum næmingum. Leikurin var um Lítla Gutta, ið helt so sera lítið um seg sjálvan og tað, hann megnaði, men leikurin hevði - sum jólaleikum líkt - ein góðan enda við boðskapinum um, at okur øll duga okkurt!
Aftaná frálíka leikin var ein heldur forvitnislig framførsla: Lærarakórið undir leiðslu av Jens Knudsen sang Nissumamma og Nissupápi í einari festligari útgávu.
Síðsta innslagið var okra lítla hornorkestur, sum setti eitt vælspælt punktum fyri framførslunum hetta kvøldið. Lítla hornorkestrið er mannað av næmingum úr miðdeildini.
Nú var bara eftir at dansa um jólatræið, og børnini vóru røsk at syngja, tí jólamenninir hoyrdu tey, og teir komu við pakkum til øll børnini.
Okur takka fyri eitt gott og hugnaligt kvøld í SALTi, og takk øll tykur, ið leitaðu tykum til jólahaldið. Sjálvandi størstu tøkkina eiga allir okra næmingar, ið ríkaðu okum løtuna við sínum framførslum. Framtíðin er bjørt!
feb. 2025