Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 15.04.2021
Plantaðu trø við Stórá
Í góðveðrinum í morgun fóru næmingar og lærarar í 4. og 5. fl. til gongu úr Tvøroyrar skúla inn til Trongisvágs; til Ítróttardepilin við Stórá, og tey vóru ikki ørindaleys.
Sum kunnugt er umhvørvisvikan hjá Tvøroyrar kommunu hesa vikuna, og ein partur av skránni í umhvørvisvikuni er ein plantingardagur við Stórá.
Lasse Jensen, ið starvast á kommunuskrivstovuni, legði teimum, ið vóru møtt, lag á, og so fóru fólk í gongd við at planta trøini.
Ein góður dagur, ið endaði við, at øll, ið hjálptu til, fingu ein døgurðabita frá Kantinuni hjá Anitu.






Myndirnar hevur Malla tikið.
Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini