Skúlagarðskonsert við Inga Poulsen og greytardagur í frástøðu
So hava okur roynt tað eisini; greytardag á Teams!
Vanliga eru fleiri tiltøk á skránni í skúlanum í desember. Felagsnevnarin er vanliga jólahugni og felagsskapur. Jólahugnan hava okur notið í eina tíð, men tey tiltøkini, ið savna flest fólk, hava okur verið noydd at avlýst.
Okra stóra jólahald er avlýst í ár, og í staðin skipa flokkarnir og deildirnar fyri smærri jólahaldum fyri næmingum og starvsfólki í skúlanum. Greytardagurin, har allur skúlin úti á Tvøroyri vanliga hittist til rís à la mande, skemt og hugna í fimleikarhøllini, varð eisini avlýstur, ella tað vil siga, dagurin er hildin í dag, men ikki sum vant í fimleikarhøllini, men okur hittust á Teams!
Dagurin byrjaði við floksløtu, men klokkan 9 vórðu øll boðin at koma út í vestara skúlagarð til konsert við Inga Poulsen. Veðrið var gott hesa løtuna, og konsertin riggaði væl. Næmingar sungu við báði til kendu sangirnar hjá Inga, ið javnan eru at hoyra, og tá hann treiv í nakrar jólasangir. Summi nýttu eisini høvið at taka myndir og práta við kenda vágbingin, tá konsertin var av.
Í gjár rokaðist 9. flokkur við at gera greytin, og í dag hava tey borið greyt út til allar floksstovur. 10. flokkur og eftirskúlanæmingar høvdu skipað fyri onkrum undirhaldi, og Martin S. las tvær av fleiri góðum jólasøgum, ið komu inn, tá bókasavnið heitti á næmingarnar at skriva jólaligar søgur.
Greyturin og køkurnar eru etnar. Kahoot-spurnakappingina, sum eftirskúlanæmingarnir høvdu gjørt, vann 4.a, og spurnakappingina um 10. floksnæmingarnar vann 7. flokkur eftir eykaspurning.
Dagurin hevur eydnast stak væl, og hóast okur sjálvandi heldur vildu sitið øll saman í fimleikarhøllini, eru okur glað fyri, at okur øll kundu hugna okum saman í frástøðu.
Til heimini
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb