Skúlin er -næstan- liðugur!
Síðsti skúladagur vekir hjá fleiri nógvar kenslur. Tey, ið nú eru um at gera seg liðug við fólkaskúlan, gleða seg at sleppa at royna seg á øðrum - ofta ókendum leiðum. Hjá summum er tað við stórum spenningi; hjá øðrum kanska við einum sindri av stúran, men felags fyri øll er, at tey nú fara at veittra tí kenda farvæl.
Í farnu viku rungaði "Skúlin er liðugur" allan týsdagin í skúlanum, og fleiri lærarar vórðu vaktir við somu tónum týsnáttina. Bæði 9. og 10. flokkarnir vóru úti og vaktu sínar lærarar við sangi, larmi og rópum, men júst hesin larmurin ber brá av gleði og spenningi, og tí munnu tað vera tey flestu, ið hóast larm kunnu gleðast saman við teimum hesa einu náttina.
Í skúlanum týsdagin bjóðaði 9. flokkur lekkran morgunmat til lærarar. Meðan myndir vórðu vístar á stórskíggja, hildu Niels Juul og Ketty Maria úr 9. flokki eina talu, har tey litu aftur á ymiskt, tey minnast best frá skúlatíðini. Stuttligar, strævnar og spennandi løtur, ið eisini flokslærari teirra kundi greiða frá. Ein hugnalig løta.
Meðan 9. flokkur át morgunmat saman við sínum lærarum, skipaði 10. flokkur fyri morgunsangi og morgunfimleiki fyri 4.-8. flokki. Tey høvdu eisini fyrireikað eina "hvør kennir best okra lærarar-spurnakapping", ið 8. flokkur vann.
Eftir steðgin vóru nøkur spøl á skránni úti í garðinum. Nú vóru eisini 1.-3 flokkarnir komnir út á Tvøroyri at vera við. Lissukapping, finn góðgæti í mjøli, finn ting og annað, ið hoyrir degnum til.
At enda var spennandi fótbóltsdysturin á skrá millum næmingar í 10. flokki og lærarar. Hendan dystin vann 10. flokkur, men lærararnir vildu hava brotssparkskapping, ið endaði 2-2.
Nú er skrivligu próvtøkurnar á skránni; tvær hava verið, og tvær eru afturat hesa vikuna. Í komandi viku byrja munnligu próvtøkurnar, og tá er niðurteljingin til summarfrítíðina av álvara byrjað. Góða eydnu við próvtøkunum, øll tykur í 9. og 10. fl.
Myndir av fótbóltsliðunum báðum:
10. floksliðið
Læraraliðið.

Til heimini
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning
- Kunning - nýggjur heilsufrøðingur
- Gloymd klæði í Trongisvági
- Fyrsti skúladagur - Vælkomin