Spennandi frásagnir (Miðdeildin)
Sera spennandi frásagnir í dag
Hvussu er at ferðast í Thailandi?
Hvussu er tað at arbeiða sum elektrikari, og hvussu kann eg læra til tað?
Hvussu er at arbeiða sum skipsførari, og hvussu kann eg blíva tað?
Aftur í dag hevur miðdeildin havt ein spennandi dag, ið byrjaði við sangløtu. Ein deilig løta við nógvum sangum. Tá TB-sangurin varð sungin, sungu øll við :-)


Okra næmingar arbeiða og virka í dag alla møguliga staðni bæði her í Føroyum og aðrastaðni, og tíbetur tímdu tríggir av hesum fyrrverandi næmingunum í dag at vitja okum í skúlanum og greiða miðdeildini frá ávikavist sínum spennandi starvsleiðum og ævintýraferð til Thailands.
Sára greiddi frá ferð síni í Thailandi. Hon ferðaðist saman við tveimum vinkonum til ymisk støð í serliga syðra parti av Thailandi. Tær vóru at enda nakrar dagar í Bangkok, áðrenn leiðin gekk heimaftur til Føroya. Fýra ævintýrkendar vikur við nógvum ymiskum upplivingum í fjarskotna landinum.

Sólvá greiddi frá síni yrkisleið. Hon hevur altíð havt ein serligan alsk til sjógvin. Tá tíðin við Skúlaskipinum var av, gekk leiðin á navigatiónsskúla at lesa til skipsførara, og í dag arbeiðir hon sum 1. stýrimaður og kemur víða um í heiminum; í ár eitt nú til USA, Kanada og Fjareystur. Í fjør sigldi hon í mestan mun til Suðuramerika, Australia, New Zealandi og Afrika.

Gunnar er útbúgvin og arbeiðir sum elektrikari. Hann hevur lært til elektrikara og el-installatør í Danmark og starvast nú hjá Bærendsen Teknik í Trongisvági. Hann greiddi frá, hvussu lærutíðin var og fjølbroyttu og spennandi arbeiðsuppgávunum hjá Bærendsen.

Takk Sólvá, Sára og Gunnar. Hetta hevur heilt víst givið fleiri okra íblástur :-)
Til heimini
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
 - Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
 - Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
 - Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
 - Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
 - Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
 - Góð felags lesiløta
 - Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
 - Góða námsferð, 9. flokkur :-)
 - Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
 - Fráboðan um skrubb
 - Skúlamyndir - kunning
 - Kunning - nýggjur heilsufrøðingur
 - Gloymd klæði í Trongisvági
 - Fyrsti skúladagur - Vælkomin