Spent børn vitjaðu Gluggan í dag
Í Glugganum var lívligt í dag :-)
Eftir summarfrítíðina byrjar okra nýggi forskúli, Gluggin, og í dag vóru børnini, ið koma at ganga í Glugganum, boðin á vitjan í skúlanum saman við foreldrunum.
Hóast forskúli ikki er nakað nýtt fyribrigdi, er hetta eitt nýtt tilboð her í okra kommunu og skúla, so børn og foreldur hava bíðað spent eftir hesum degi.
Á skránni var báði tað eitt sindur formella viðvíkjandi innskriving og kunning til børn og serliga foreldur og drekkamunnur og prát. Børnini sluppu eisini at síggja hølini, har forskúlin fer at halda til umframt at heilsa upp á starvsfólkini, Juanitu og Karin Kristinu.
Á felagsmyndini mangla tey børnini, ið ikki kundu møta kl. 13.00 í dag, men hetta er jú einans fyrsta av væntandi mongum floksmyndum, ið tiknar fara at verða komandi árini.
Nú hava forskúlabørnini fingið summarfrí úr Glugganum og hittast aftur ónsdagin 16. august, kl. 09.00. Gott summar :-)
Tvøroyrar skúli skrivaði 14. apríl soleiðis um nýggja forskúlan:
https://tvoroyrarskuli.fo/savn/valkomin-i-gluggan-okra-nyggja-forskula
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini