SSP- undirvísing um góðar miðlavanar
SSP, ið er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið, vitjar á hvørjum ári allar fólkaskúlar (og aðrar stovnar). Talan er um ymiska undirvísing og ymisk tiltøk, ið verða tillaga aldurbólki og evni. Í dag hava 4. og 7. fl. havt vitjan av SSP-ráðgevanum Súsonnu í Króki, ið hevur undirvíst teimum um sera viðkomandi evnið "góðar miðlavanar".
Tveir tímar vóru settir av til hvønn flokk, og hesir tveir tímarnir í hvørjum flokki sær gingu skjótt. Súsanna tosaði um sosialar miðlar, málburð, spøl á netinum, privatlív, happing á netinum, og hvussu okur eiga at uppføra okum. Á skránni vóru eisini spøl, lættir aktivitetir og eisini prát og nakað av kjaki um ymiskt viðkomandi.
Í kvøld var eisini foreldrafundur fyri foreldrum í 4. flokki (hetta er partur av tilboðnum til allar 4. flokkar, sí nærri her). Her fingu tey foreldur, ið vóru til staðar, høvið at hoyra um, hvat næmingarnir høvdu tosað um fyrr um dagin (hetta við samtykki frá næmingunum, sjálvandi), og so var tíð til eitt gott prát og kjak um góðar miðlavanar.
Eitt týdningarmikið sjónarmið, ið kom fram á degnum og lagt fram á fundinum, var, at hóast børn og ung saktans kunnu skipa fyri góðum løtum uttan uppíblandan av teimum vaksnu, so eru tað serliga skúlaløturnar saman í felagsskapi - løturnar, ið eru samskipaðar eitt nú av starvsfólki í skúlanum og/ella foreldrum - ið tey minnast aftur á við stórari gleði. Hjá 4. flokki var hetta serliga tiltøk, ið vórðu løgd til rættis av lærarum og foreldrabólkinum, so sum hugnakvøld og útferðir.
(Myndirnar niðanfyri vórðu tiknar í 4. flokki í dag)


Til heimini
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb