Farna vika var hjá nógvum merkt av kommunuvalinum; okra næmingar hava enn ikki atkvøðurætt, men tað merkir ikki, at tey ikki kunnu læra um fólkaræði og annað, ið hartil hoyrir.
Í innskúlingini høvdu tey frí sjálvan valdagin, tí kommunuvalið sjálvt varð hildið í skúlagarðinum har, men tá valbásarnir vóru settir upp, var upplagt at fáa teir at standa ónsdagin eisini, so innskúlingin (Gluggin, 1.-3.fl.) eisini sluppu á val. Tey skuldu ikki velja fólk í okra býráð, men tey sluppu at atkvøða um, hvønn film tey skuldu hyggja at dagin eftir. Hetta er eitt gott dømi um fólkaræði, og hvussu meirilutin kann hava ávirkan á ymiskt. Tey fingu fýra filmar at velja ímillum, og spenningurin var øgiligur, tá úrslitið av valinum skuldi kunngerast. Vinnarin varð filmurin Bad Guys, og honum sluppu tey øll at hyggja at á stórskíggja tórsdagin.
Myndir frá valdegnum í Trongisvági, kunnu síggjast her.
Úti á Tvøroyri var eisini nógv prát í fleiri flokkum um kommunuval og politik annars. Í 8. flokki royndu tey seg at "stilla upp" á trimum ymiskum listum. Teirra uppgáva var so at finna síni hjartamál og gera eina valskrá til sín lista. Tey máttu eisini finna útav, hvussu tey á besta hátt kundu fáa onkran at velja og trúgva upp á júst tey og teirra valskrá.
Teir tríggir listarnir í 8. flokki løgdu sína stevnuskrá fram fyri næmingunum - veljarunum - úr 6. flokki. Allir listarnir komu væl frá tí, og tað var sera spennandi, tá atkvøðurnar skuldu teljast upp. Tó vísti tað seg, at serliga ein listi vann stórsigur. Tey høvdu lovað at arbeitt fyri einum stórum ítróttardepli inni í Trongisvági har núverandi skúlabygningur, høllin og økið við Stórá er. So alt økið varð gjørt til ítróttarøki/-depil. Skúlin skuldi umbyggjast úti á Tvøroyri, so teir næmingar, ið nú húsast í Trongisvági, eisini sluppu út í miðbýin at ganga í skúla.
dec. 2024