Evnisvika í viku 44: SAMFELAGIÐ
Í komandi viku er evnisvika fyri 1. - 10. fl. í Tvøroyrar skúla. Fyrireikingarbólkurin hevur gjørt eitt megnararbeiði og vilja við hesum ynskja øllum starvsfólkum og næmingum vælkomnum til Samfelagið í Tvøroyrar skúla í viku 44. Okur gleða okum :-)
Góðu næmingar og foreldur,
Komandi vika er evnisvika fyri 1.fl. til 10. fl. í Tvøroyrar skúla. Heitið á vikuni er "Samfelagið", og royna vit hesa vikuna at fáa skúlan at líkjast einum samfelagi við ymiskum tænastum og arbeiðsplássum.
Næmingarnir arbeiða ein part av degnum og hava annars frí til at njóta alt tað ymiska, sum tey eisini gjalda fyri, tí næmingarnir fáa løn úr "bankanum" hvønn dag.
Øll (eisini 1., 2. og 3. fl.) møta kl. 08.00 í Tvøroyrar skúla og fáa frí 12.30 hvønn dag í vikuni. Bussurin koyrir næmingarnar heim ella vestur í frítíðarskúlan.
At hava við: Lítlan matpakka, drekkidunk/-fløsku og svimjiklæðir, um tey hava hug at svimja.
Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini