Fakdagar í 4. flokki
Í dag var fakdagur í føroyskum í 4.fl. Ein dagur, har arbeitt varð við føroyskum burturav. Næmingarnir vóru býttir upp í bólkar, og arbeiddu teir allan dagin í bólkum.
Fyrst vóru ymisk verkstøð á skrá, sum bólkarnir arbeiddu í t.d. leitaðu teir eftir sernøvnum uppi á bókasavninum, bendu sagnorð, skrivaðu bóka ummæli og leitaðu eftir navnorðum úti í skúlagarðinum. Tá ið verkstøðini vóru liðug, fingu næmingarnir eitt kort í hondina til eina frískliga postarenning. Á hvørjum posti vóru orð goymd, og tá ið bólkarnir høvdu funnið allar postarnar, skuldu teir seta orðini saman til ein setning. Dagurin endaði við eini stavikapping. Lærarin spurdi, hvussu ymisk orð vórðu stavaði, og bólkarnir skrivaðu sítt svar niður á pappír.
Ein góður, stuttligur og ikki minst læruríkur dagur, sum heilt víst verður endurtikin um eina tíð.
Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026