Andreas Midjord var í starvsvenjing í Betri Trygging
10. flokkur í starvsvenjing
tann: 04.03.2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
10. flokkur í starvsvenjing
Hvørt ár eru næmingar í 9. og 10. flokkunum kring landið í starvsvenjing í tvær vikur. Næmingarnir gleða seg vanliga at sleppa at royna seg aðrastaðni enn á skúlabonki. Tey sleppa jú at velja sjálvi, hvar tey ynskja at sleppa í starvsvenjing. Tað eydnast ikki altíð næmingunum at sleppa har, tey í fyrsta umfari ynskja, men tey verða vanliga biðin at raðfesta trý øki, tey hava hug at royna, og tað ber nærum altíð til at finna næmingunum góð og áhugaverd starvsvenjingarstøð, ið passa til teirra.
Okur fegnast um góðu móttøkuna, okra næmingar fáa frá arbeiðsplássum kring landið. Uttan arbeiðsplássini og teirra vælvilja var ongin starvsvenjing. Næmingarnir koma nærum uttan undantak glað aftur í skúla og greiða frá, hvat tey hava upplivað, og at tey gjarna vildu verið longri í starvsvenjing.
Í ár hava næmingar í 10. flokki í Tvøroyrar skúla verið í starvsvenjing á hesum støðum (á summum støðum vóru tveir næmingar saman í starvsvenjing):
Sport 24 í Klaksvík
Sport 24 á Tvøroyri
Sport 24 í SMS
Sóljan Glaslist
Bakaríið hjá Hans Olaf
Varðin Pelagic
Sp/F Hús v. Christian Sørensen
Betri Trygging
Toystovan á Tvøroyri
Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini
Frítíðarskúlin á Argjahamri
Barnagarðurin Brosið í Hvalba
Fleiri myndir av næmingunum í starvsvenjing eru her (væntandi koma nakrar afturat í savnið):