3. flokkur hevur dansað og kvøðið nógv seinastu tíðina, og fríggjadagin fingu bú- og starvsfólk á Ellisheiminum vitjan av flokkinum og flokslærara teirra, Steingrími.
Hugurin var góður, og røsku næmingarnir kvóðu Veturin kom við kulda og kava, Burtur á Heiði, Øskudólg og Sópingarkonu, Tá eg verði stórur og Huldugentuna.
Dansurin gekk væl, og næmingarnir dugdu væl bæði stev og at kvøða, frætta okur av Ellisheiminum. Bæði starvsfólk og búfólk vóru sera glað, og við hesum myndunum takka tey hjartaliga fyri vitjanina.
mar. 2023