4. flokkur hevur havt nakrar spennandi og góðar dagar í Sandvík.
Farið varð av Tvøroyri ónsdagin. Spøl, fótbóltskapping, stavikapping, postarenning og mangt annað var á skránni, og børnini hava hugnað sær.
Hóast veðrið í dag líkist meira onkrum, okur vanliga uppliva um heystið, hevur veðrið verið gott í gjár og fyrradagin. Sólin hevur eisini skinið oman og niðan, og fleiri máltíðir eru etnar uttandura. Næmingarnir hava sjálvir matgjørt pitabreyð, burgarar, brownies og vaflur.
Í Sandvík hava tey m.a. vitjað kirkjuna, minnisvarðan um Sigmund Brestisson og verið í møluni.
Øll - børn og vaksin - eru glað og sera vælnøgd nú, tey eru heimafturkomin, og sum nøkur av børnunum søgdu: "Okur kundu verið í Sandvík nógvar dagar afturat!" :-)
Við 4. flokki í Sandvík vóru Winnie og Estrid. Myndin er tikin á sandinum í Sandvík.
oct. 2023