8. a og b á seturskúlaferð
Wivika og Mariann vóru fyrst í mai við 8.a og b á seturskúlaferð. Wivika greiðir soleiðis fra:
Áðrenn farið var á seturskúla varð kjakast óført um, hvar ið leiðin skuldi ganag. So kom korona, og tað broytti ætlanina… Okur vera í Føroyum! Og gott var tað.
Mánamorgun gekk leiðin norður til Gjáar, og okur búðu í Lonini á Gjáargarði. NAX, North Atlantic eXperience, vóru framvið og skipaðu fyri ymsum avbjóðingum, so sum at síga niður í Gjónna við Gjógv, svimja á sjónum og GPS-kapping runt bygdina. Hetta var sera stuttligt, og øll fóru hálvgum pøst til songar.
Týsdagurin byrjaði við morgunmati á Gjáargarði, áðrenn okur fóru við bussi til Vestmanna og síðani við Froyði út í Mykines. Vanliga rutan er norður um Vágar, so man kann sigla undir Vestmannabjørgum, men at tí at rákið var hart, sigldu okur suðurum í staðin, og túrurin var tí eitt sindur longri. Okur sigldu inn í fleiri holur og fram við Trøllkonufingri, Drangunum, Tindhólmi, Bøsdalafossi og Trælanípuni.
Four seasons in a day, sól, vindur, regn og kavi… Skjól fingu okur í kirkjuni, har okur eisini ótu ein góðan matpakka, og hóast illveður gjørdu okur eina roynd at fara út í Mykineshólm. Tað eydnaðist! Komin til Vestmanna aftur, fóru okur á savnið og lurtaðu eftir føroyingasøgu. Okur fingu ein góðan nátturða, og tað kom væl við. Nú kundu okur mett og væl sett fara suður til Havnar og tjekka inn á Hotel Brandan.
Ónsdagin var farið út í Nólsoynna at vitja Jens Kjeld Jensen. Hann veit eina rúgvu um mangt og hvat, eitt nú greiddi hann frá kakkulakkum og øðrum skriðdjórum, fuglum, og hvussu teir verða útstappaðir.
Ein roynd var at finna lamaina í Lamalandi, hon sást burturfrá, men tá okur nærkaðust, rýmdi hon sín veg. Tá okur vóru aftur í Havn, vóru fleiri, sum fóru ein túr í SMS. “Man hevur ikki verið í Havn, um man ikki fer í SMS”, sum vant er at taka til.
Tórsdagin høvdu okur sett Koltur á skrá. Við skjóttgangandi bátunum hjá Rib62 blivu okur skjótt syft út í Koltur, har Bjørn Patursson tók ímóti okum. Bjørn segði frá søguni hjá oynni og greiddi frá ymsu verkætlanunum, sum nú standa fyri framman.
Komin á Gomlurætt aftur, fóru okur ein skjótan busstúr til Kirkjubøar, men fleiri vóru vát og køld aftan á rib-túrin, at best var at fara aftur á hotellið. Um kvøldið fóru okur á Haps burgarabarr og aftaná at bowla. Flest øll vóru samd um, at hetta var ein góð máltíð og ein fínur háttur at “enda” ferðina við.
Fríggjadagur kom skjótt, men áðrenn okur sluppu suður, fóru okur at koyra GoKart og spæla PaintBall.
Hetta var ein fantastiskur túrur við nógvum ymiskum og stuttligum avbjóðingum á skrá.
jun. 2023