Herfyri var 8. flokkur ein dagstúr í Vágum, og okur hava fingið myndir og frásøgn frá teimum:
Tíðliga á morgni fóru okur norður við Smyrli og so beinleiðis vestur í Vágar.
Ymiskt spennandi var á skránni. Eitt av høvuðspunktunum var kajakrógving á Sørvágsvatni. Okur róðu út á Bøsdalafoss og gingu runt har eina løtu, áðrenn róð varð "heimaftur".
Nøkur vóru eitt sindur "skeptisk", áðrenn farið varð í kajakkirnar, men øll vóru so glað aftaná túrin. Øll vóru samd um, at tað var eitt sera gott og serstakt upplivilsi.
Eftir hetta gekk túrurin á Krígssavnið, har mangt forvitnisligt og áhugavert var at síggja og hoyra.
Til seinast fóru okur til Sandavágs, har okur hoyrdu um Seyðamanin á Sondum.