Ein av okra skúlajólasiðvenjum er greytardagurin, og hann hevur sjálvandi eisini verið á skránni í ár.
Í tvey ár hava okur hildið greytardagin floksvís men tó knýtt saman við Teams á stórskíggjum. Tað hevur eisini verið hugnaligt, men onki er sum veruliga at vera saman.
Í gjár hittust so 4.-10. flokkur til greytardag og -hugna í fimleikahøllini - júst soleiðis, sum okum dámar tað allarbest.
Fríggjamorgun fóru 8. og 10.fl. at seta borð og stólar upp í fimleikahøllini saman við Jón og Otto. Borðini vórðu dekkað, og klokkan 10 var greyturin, sum 9. flokkur hevur gjørt, klárur.
Olivur í 10. flokki var borðstjóri, og hann beyð vælkomin. Okur sungu, ótu greyt, og so var tíð til fyrsta spælið. Hetta var ein spurnakapping um 10. flokk. Summir lættir og summir truplari spurningar, og flokkurin, ið kendi 10. flokk best, var 8. flokkur, ið vann eitt karamel til hvønn næming.
8. flokkur skipaði fyri einum spæli, har systkinapør vóru biðin at koma upp. Tey skuldu so hava ein skógv hjá sær og ein hjá hinum í hvørjari hond. Síðani spurdu Elias og Thormann, ið skipaðu spælið, spurningar so sum, hvør er mest forkelaður, og hvør hjálpir mest til heima. Viðhvørt var semja, men stuttligt at síggja, at systinini eisini vóru sera ósamd viðhvørt.
Triðja spælið var "finn ting". Bjørt í 10. flokki bað 16 næmingar koma upp. Tey vórðu so biðin at finna eitt ávíst ting. Í hvørjum umfari fór so ein næmingur burturúr, og vinnarin var tann, ið stóð einsamallur eftir: Berit í 5. flokki, til lukku :-)
Ongin greytardagur uttan mandlugávur, og sjálvandi var eisini ein mandlugáva til hvønn flokkin!
Takk fyri eina góða løtu, 4.-10. fl. og starvsfólk eisini, sjálvandi :-)
Mánadagin úti á Tvøroyri er ein flokslæraraløta fyrst, og síðan er aftur ein av okra jólasiðvenjum á skránni, tá næmingar fara á vitjan hjá okra eldru samborgarum við smákøkum og einari jólaheilsan.
Týsdagin fara okur í kirkju, og elstu næmingarnir fáa talmetsbløðini aftaná kirkjugongdina.
Týskvøldið fara okur í SALT til jólahald, kl. 17.00. Vónandi síggjast okur :-)
mar. 2023