27.aug 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Bløðini eru í stórari kapping við telduspøl, sosialar miðlar og annað talgilt og útlendskt tilfar.
Tað kann tí vera trupult hjá lærarum og foreldrum at halda børnunum til at lesa tey, hóast tey flestu munnu vera samd um, at tað er viðkomandi og stuttligt hjá børnum at lesa um onnur børn í Føroyum á føroyskum.
Bókadeildin vil fegin vitja skúlar og greiða frá virkseminum hjá forlagnum sum heild við at framleiða lesitilfar til børn og ung.
Framløgan kann lagast eftir tørvi hjá skúlunum. Kristianna Poulsen og Silja Aldudóttir greiða frá. Kristianna Poulsen er lærari við drúgvum royndum innan lesing. Hon starvast á Bókadeildini og við Bókaklubbanum á Bókamiðsøluni. Silja Aldudóttir er M.A. í føroyskum máli og bókmentum og starvast sum ritstjóri og marknaðarfólk á Bókadeildini.
apr. 2024