Ein heilsan frá Nitu, um eisini at lesa í summarfrítíðini
Ein heilsan frá Nitu, um eisini at lesa í summarfrítíðini
tann: 19.06.2023
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Góðu lesararnir lesa eisini í summarfrítíðini.
Góðu tit øll!
Nú er summar og allir næmingar og lærara fáa feriu, tað gleða vit okkum nógv til.
Men summarfrítíðin er eisini tíðarskeiðið, har gloppið millum tey, sum duga væl at lesa og tey, sum duga minni væl at lesa, veksur. Orsøkin er einføld: Venjing!
Góðu lesararnir lesa eisini í summarfrítíðini.
So er spurningurin: skulu foreldrini brúka summarfrítíðina til at gera skúlating? Svarið er sjálvandi nei! Men foreldrini kunnu skapa umstøður, so at børnini lesa til stuttleika og harvið menna sína lesing í summarfrítíðini.
Nøkur uppskot:
· Latið børnini kappast um at lesa vegskeltir og onnur skeltir, tá tit fara ein biltúr.
· Gerið skattajakt, har børnini tekna skattakort og skriva loynilig brøv.
· Sendið teldubræv til teirra, sum eru uttanlands og ferðast - lat barnið skriva!
· Lat barnið skriva postkort til tey heima, um tit eru og ferðast
· Skrivið barninum eina heilsan, um tit fara til arbeiðis, og barnið er heima.
· Finnið eina góða bók (ella fleiri) at lesa saman.