8. september er altjóða lesidagur. Í ár fall hetta á ein sunnudag, men sjálvandi máttu okur halda lesidagin kortini, so herfyri var felags lesiløta á skránni í fimleikahøllini.
Okur hava roynt hetta fyrr, og eins og tá fingu okur eina sera góða løtu saman. Áðrenn morgunløtuna og dagarnar frammanundan var nógvur aktivitetur á bókasavninum, og tá løtan kom, høvdu øll eina bók hvør. Onki tos - bara tøgn og lesandi børn og vaksin.
Tað er ongin loyna, at nógv av okum hava nógv um oyruni, so okur geva okum kanska ov sjáldan stundir til at seta ella leggja okum at lesa eina góða bók. Tískil kom hendan løtan væl við hjá fleiri, ið onki annað høvdu at gera hesa løtuna annað enn at lesa. Sum ein av næmingunum segði so væl: "Tað var onki annað at gera enn at lesa - og tað var ordiliga gott!"
Í innskúlingini var eisini lesiløta. Har varð lisið inni í flokshølunum, og næmingunum dámdu væl. Okur gleða okum til næstu ferð!
dec. 2024