Tað er ongantíð lætt at siga farvæl; og soleiðis var heldur ikki í dag, tá fráfaringarløta var í kantinuni í skúlanum í Trongisvági. Tey, okur søgdu farvæl við, nú tey hava sagt arbeiðslívinum í skúlanum farvæl, vóru Karin Maria og Jean, ið hava arbeitt her hjá okum í Tvøroyrar skúla í mong ár.
Jean byrjaði í 1978 og fór frá í 2019, og Karin Maria byrjaði í 1981 og gavst sum vanligur lærari í 2020. Tey hava tó bæði havt sína gongd í skúlanum til nú, tí bæði hava tey verið góð at heitt á. Jean hevur síðstu tíðina eitt nú hjálpt okum, nú okur manglaðu ein lærara eitt tíðarskeið, og Karin Maria hevur staðið á odda fyri serflokkinum. Tey siga tó bæði, at nú er tíð at siga farvæl.
Jón Johannesen, skúlastjóri, byrjaði løtuna við at bjóða øllum vælkomnum. Glasstovan stóð fyri ábitinum, ið smakkaði avbera væl. Jón tók síðani orðið aftur og takkaði Karin Mariu og Jean fyri drúgvu tænastuna. Teirra lutur hevur ongantíð ligið eftir. Vegna skúlan og skúlastýrið handaði hann gávur, og síðan søgdu Turið og Súsanna nøkur orð vegna starvsfelagarnar, áðrenn tær eisini handaðu gávur. Vegna kommununa takkaði Anita Vibergsdóttir eisini Jean og Karin Mariu fyri alt, tey hava gjørt fyri børnini á Tvøroyri seinastu mongu árini.
Okur mintust eisini Finn Thomsen, ið av røttum átti at verið partur av hesi fráfaringarløtuni, men hann andaðist tíverri alt ov tíðliga. Finn eigur somuleiðis stóra tøkk fyri sína drúgvu tænastu í skúlanum.
Okur, starvsfelagar, eru takksom fyri góð ráð, gott samstarv, stuðul og góðar løtur saman við Jean, Karin Mariu og Finn.
dec. 2023