Gott vikuskifti! Okur síggjast - eisini í myrkri :-)
Gott vikuskifti! Okur síggjast - eisini í myrkri :-)
tann: 29.10.2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Nú kvøldini eru vorðin myrk, er týdningarmikið, at okur síggjast! Okur vita uttan iva øll, hvussu týdningarmikið tað er at brúka endurskin, men tað er ikki altíð, at okur minnast tey. Kanska tey eru blivin burtur, nú kvøldini í summar hava verið ljós og long.
Næmingaráðið vildi í øllum førum tryggja sær, at øll hava endurskin, so í morgun tíðliga, tá næmingar og lærarar møttu í skúla bæði úti á Tvøroyri og í Trongisvági, stóðu umboð fyri næmingaráðið og býttu endurskin út til øll.
Nú er vikuskiftið. Njótið tað! Okur síggjast - eisini í myrkri :-)