Í 1965 samtykti ST, at 8. september skuldi vera altjóða lesidagur. Endamálið er at varpa ljós á lesing og lesi- og skrivikunnleika kring heimin. Hóast meginparturin av fólkunum í okra parti av heiminum dugir at lesa og skriva, eru tíverri fleiri, ið framvegis ikki hava atgongd til skúlagongd ella av ymiskum orsøkum ikki fáa lært at lesa og/ella skriva.
Hjá okum í Tvøroyrar skúla vildu okur gjarna varpa ljós á dagin og avgjørdu við íblástri frá onkrum øðrum skúla í Føroyum, at okur øll - allir næmingar og lærarar í 4.-10. flokki - lósu saman 15 minuttir í fimleikahøllini.
Onkur ivaðist, um hetta fór at bera til; kunnu so nógv fólk sita saman og lesa í tøgn? Ivin varð gjørdur til skammar, tí í eitt heilt korter bar til at hoyra, um ein knappanál datt á gólv. Eini 150 fólk sótu og lósu, og bøkurnar vóru eins ymiskar og áhugamálini hjá okum øllum. Summi lósu fagurbókmentir, onnur yrkisbøkur, og summi lósu okkurt, tey skulu lesa í onkrari lærugrein.
Hetta var eitt frálíkt tiltak, ið okur heilt víst gera aftur eina aðru ferð - og tað er sjálvandi ikki neyðugt at bíða eitt heilt ár til næsta altjóða lesidag!
jun. 2023