"Jeg eri eitt sindur í sjokk, haldi jeg!", soleiðis segði ein av næmingunum í Tvøroyrar skúla, ið Kringvarp Føroya tosaði við í dag, tá ársins minningardagur um Holocaust og fólkadrápið í Armenia var liðugur. Í Degi og viku í kvøld, 27. januar, hoyrdu okur Ranju og aðrar næmingar í Tvøroyrar skúla og Føroya Eftirskúla greiða frá, hvussu tey upplivdu tiltakið í dag.
27. januar er altjóða minningardagur um Holocaust, og í 2019 samtykti Føroya Løgting, at dagurin eisini skal vera almennur minningardagur í Føroyum: Minningardagur um Holocaust og onnur fólkadráp.
Mentanarhúsið SALT var karmur um dagsins tiltak, ið var fyriskipað av Námi og Amnesty International Føroya Deild, og Tvøroyrar skúli var vertur.
Evnið í ár er Armenia og fólkadrápið í Armenia í 1915-1922:
Otto Gram, varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla, beyð vælkomin og takkaði vegna skúlan Námi, Undirvísingarstýrinum og Amnesty í Føroyum, fyri álitið, ið sýnt er skúlanum, at okur sleppa at vera vertur í dag. Somuleiðis nevndi hann altíð góða samstarvið, skúlin hevur við Mentanarhúsið SALT. Otto hugleiddi eina løtu um Holocaust, og hvat hetta fær fram í hugaheimi hansara.
"Ongantíð aftur", hesi orðini endurtók Otto fleiri ferð, og júst hesi orðini lýsa væl avgerðina, at okur skulu halda hendan dagin á hvørjum ári. Um okur hvørt ár verða mint á, hvat kann henda, um okur "lata standa til", so er størri møguleiki fyri, at okur rakna við, áðrenn ov seint er.
Ólavur í Geil, samskipari av tiltakinum, spurdi síðan áhoyrararnar í salinum, um nakar visti, hvar Armenia er, og um onkur kanska kendi nakran armena. Onkur nevndi Henrikh Mkhitaryan, fótbólsleikaran, ið hevur leikt fyri eitt nú Manchester United og Arsenal og nú spælir í italska felagnum Roma, og eitt nú Kardashian-systrarnar, André Agassi og Garry Kasparov eru øll av armenskari ætt. Ólavur gav so orðið til Johan Joensen
Johan er fyrrverandi skúlastjóri í Tvøroyrar skúla og hevur arbeitt í skúlanum í 42 ár. Hann hevur havt mangan undirvísingartíma í søgu og samtíð, og áhugin fyri søgu og mentan er ikki minkaður við árunum. Johan greiddi frá søguni hjá Armenia og armenska fólkinum umframt fólkadrápinum, ið fór fram móti armenska fólkinum í 1915 og næstu árini.
Næst á skránni var ein samrøða, ið Ólavur í Geil, hevði við Serj Tankian, heimskenda forsangaran í System of a Down. Báðar ommurnar og báðir abbarnir hjá Serj Tankian yvirlivdu fólkadrápið í Armenia, og serliga eini abbin livdi leingi, og Serj og hann vóru tættir. Abbasonurin lovaði abbanum, at ræðuleikarnir, ið hendu fólki hansara, skuldu forteljast fyri heiminum.
Eftir sera áhugaverdu og upplýsandi samrøðuna við Serj Tankian beyð Ólavur í Geil, Arousiak Berberian Hammer á pallin.
Arousiak, ið hevur búð í Føroyum í 18 ár og tosar føroyskt, er armeni og er fødd og uppvaksin í Kuvait og partvíst í Sýria. Orsøkin til, at Arousiak ikki er uppvaksin í Armenia, er, at omma og abbi hennara vóru noydd at flýggja úr Armenia undir fólkadrápinum fyri góðum 100 árum síðani. Arousiak greiddi sera væl og hugtakandi frá søguni hjá sínum forfedrum. At hoyra hesar ræðusøgur frá øðrum vanligum fólki ger søgurnar meira livandi; meira veruligar. Arousiak tosaði millum annað eisini um týdningin av, at dentur verður lagdur á fólkadrápið í Armenia.
Á skíggjan komu síðani tríggjar samrøður. Tann fyrsta var við Raffi Ellion, journalist, ið er armeni, føddur og uppvaksin í Kanada. Raffi Elliot er fluttur til Armenia, har hann arbeiðir sum journalistur. Hann greiddi frá støðuni í Armenia í dag; millum annað støðuni millum Turkaland og Armenia. Tann næsta, var við Tóru Petersen, sálarfrøðing, ið greiddi frá um hetjur í sambandi við fólkadráp; tey, ið ikki bara fylgja við, tey, ið hava satsað og givið nógv í royndini at bjarga øðrum, ein, ið torir at handla. Hon tosaði eisini um, hvat tað er, ið hendir, tá okur tosa um at finna syndabukkar í sambandi við okum og hini. Tann triðja samrøðan var við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, ið millum annað tosaði um menningarhjálp til Armenia, og at hann í næstum eftir ætlan fer hagar at vitja.
At enda takkaði Ólavur í Geil vegna Nám og Amnesty øllum áhoyrarum, luttakarum, SALTi og Tvøroyrar Kommunu.
Niðurstøðan á tiltakinum er - enn sum áður - at søgan ikki má endurtaka seg! Fólkadráp eiga ikki at koma fyri. Um okur ikki siga søguna fyri yngra ættarliðnum, kann hon lættari endurtaka seg. Tískil er av alstórum týdningi, at okur halda lív í frásøgnunum, so okur læra av okra mistøkum!
Okur takka eisini fyri eitt gott og sera týdningarmikið tiltak. Takk til tykum, ið skipaðu fyri, tykum, ið greiddu frá, og ikki minst øllum áhoyrarum í salinum og aðrastaðni.
Myndir frá degnum kunnu síggjast her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14973 (hesar myndirnar hava Wivika og Otto tikið)
Alt tiltakið sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=Ikfby9683Fo
Innslagið í Degi og viku, 27. januar 2022, sæst her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/01/27/ma-ongantid-henda-aftur
dec. 2023